FISKA.FO - Fiskitíðindi

Fiskitíðindi

Ons
22
Feb

Sølutorg

Nýtt Nýtt!!

Nú kann man seta ting til sølu inni á fiska.fo

Send eina mynd av luti við teksti til hwe@nema.fo og vit upprætta eina lýsing.

Einans lutir sum hava nakað við fiskarí at gera kunna upprættast.

Tir
7
Feb

Hemarafisking

Kenneth Jacobsen var úti í allan gjár og royndi eftir hemara.

Hann royndi við kapilin og kirkjubønes _ men onki angry.gif

Man
6
Feb

Nógvur smáseiður í Vestmannasundi

Vestmeningar siga at har er nógv til av smáseiði til í sundinum og at stórur toskur er at fáa vesturi á víkum.

Tað sum er spennandi er at hemari dámar sera væl smáseið smiley.gif

Man
6
Feb

Hemaratúrur

Jóanes Gaard og Heini Weihe vóru ein túr eystan fyri Nólsoy í gjár.

Roynt var bæði eftir hemara og fiski.

Roynt var eftir hemara við Kirkjubønes á vegnum heim.

Dagurin gav ein tosk og ein ternumurt - báir hava tað gott og svimja enn í Nólsoyarfirði.

Fre
3
Feb

Shark Atlantik 2012

3 bátar vóru úti og royndu eftir hemara í gjár.

Kenneth Jacobsen royndi við Kirkjubønes mest sum allan dagin. Jóanes Gaard royndi við Glyvursnes og har um leiðir. Bjarni Petersen royndi Eystanfyri Nólsoynna. Eingin av bátunum fingu tó nakra kontakt við hemara.

Men at hemari er fingin á Barðinum gevur tó vón um at onkur ferð at vísa seg í kappingini skjótt...

Fre
3
Feb

Rekkord stórur hemari fingin á Barinum

Ein Vágabátur fekk í gjár ein hemara við línu sum vigaði heili 233 kg.

Hann tók ein makrel aftaná 5 min. fiskarí.

Um hesin var fiskaður við tráðu var heimsmetið sligið.

So nú er bara at melda til kappingina..........

Tor
2
Feb

skøte/rokke ture..

efter beretninger om store skøta/rokker i området omkring koldefjord vil der følgende lørdage 25.02 / 03.03 / 10.03.2012 blive mulighed for at melde sig til skøta/rokke ture, vi håber fra foreningens side af, at der vil være opbakning til disse ture, da der er mulighed for rigtig store fangster, MEN her er det også vigtigt og huske på, at der er tale om pionær fiskeri og der kan være langt mellem skøta/rokkerne, så derfor bedes fiskerne pakke den helt store toldmodighed med i fisketasken på disse dage... ;-D der fiskes kun efter skøta/rokke og der vil blive fisket fra opankret båd.. tackler til turene kan bestilles og købes gennem foreningen, vi binder tacklerne efter vi får bestillingerne.

der vil dagene op til turene blive lagt en påmindelse om turene ud på siden, hvor efter man kan tilmelde sig.

hvis der bliver mange tilmeldinger vil der også blive muligheder evt at vi binder bådene sammen ved middagstid og madpakker vil blive delt ud, drikkevare medbringer man selv.

hvis der sidder nogle derude der på forhånd ved at de vil med på turene er i velkommen at tilmelde jer til mig allerede nu på til 211412 eller via mail: martin-m@articon.fo . husk på der er begrænset med plads selv om vi er flere både, så det bliver først til mølle..

brændstofudgifterne fordeles ud på altal af pers ombord på div både.

fuld flex på klingerne..

martin meng

nevndarlimur

Man
16
Jan

Fiskitúrurin 2012

Klárt at melda til túrin við Norðlýsinum 18 Mai. 2012

Man
16
Jan

Shark Atlantic 2012

Nú er klárt at melda til kappingina sum byrjar 1. Februar 2012

Ons
16
Nov

Hemarar eystanfyri Nólsoy

4ec530589c0d317112011.jpg

Sunnudagin, 13 nov og mánadagin 14 nov var aktivitetur eystur úr helluni á Nólsoynni (suður úr Kapilinum).

Heini og Jóannes dyrgdu ikki meira enn eini 20 min áðrenn tann fyrsti tók, á tráðuni hjá Heina, og fast var beinanvegin. Fiskurin bardist í ein heilan tíma, hóðast hann ikki vigaði meira enn ca 90 kg tá avtornaði. Hildi var fyrst, at tað var ein stórur fiskur, kanska orsaka av at hon var sera feit og væl fyri.

 

Ikki meir enn 10 min seinni tók aftur, hesaferð hjá Jóannesi, og fast var aftur fyrstu ferð. Hesin vísti seg, at vera heldur drúgvari, tí at heili 7 kvarter gingu, áðrenn hann gjørdi tekin til at vilja geva seg. Men illa gekst úr hond, tí at tá í svøvulin sást koma undan í myrkrinum, fór han aftur at trampa so húkurin skrædnaði úr kjaftinum, og vekk var hann. Sera óhugaligt, eftir at hava barst so leingi, ikki eingang at sleppa at síggja fiskin. Teir fiskarnir í ein ikki sær hava tað jú við vaksa sum árini ganga.

Filmur av túrinum kanst tú síggja undir "Fiskifilmar"

 

Dagin eftir var aftur farið, á somu leið. Martin Meng var eisini við hendan dagin, men ikki hjálpti við sterkari manning. Bert ein hemari nart við hendan dagin, á tráðuni hjá Heina, og tað var tað.

 

Nú er steðgur í kappingini, og vit eru allir spentir uppá hvussu man fara at gangast at merkja hemara teir næstu dagarnar.

Lør
5
Nov

Hemari fingin eystan fyri nólsoy

4eb6451a0876906112011.jpg

So kom tann fyrsti hemarin í kappingini.

Tað var Flemming Gullaksen sum fekk eina flotta hon upp á 183 kg. og 229 cm. Hon var trillrund. (sikkurt full í makreli).

Flemming og makkarin Bjarti Nattestad dyrgdu sunnan fyri Borðina á Nólsoynni. Teir vóru staddir einar 200 metrar úr landi og høvdu bara dyrgt í einar 20 min. tá ið hemarin tók.

Hettar var á midegi og vestfallskirrindir vóru.

Teir vóru sera hepnir at fáa fiskin tí tað vísti seg at dergurnar vøru fløktar inn í hvørja aðra tá ið hemarin tók. Men mennirnir vóru kvikir og greiddu fløkjuna meðan fiskurin var á og sloppi var. Síðani bardust teir í ein tíma og 40 min. áðrenn hemarin gav seg.

Hesaferð var Flemming tann treiskasti

Sera flott arbeiði dreingir smiley.gif

Man
31
Okt

Sunnudagur 30.10.2011

2 bátar royndu suðuri á kirkjubønesi og har um leiðir í gjár.

Roynt var í uml. 2-3 tímar men ongin hemari angry.gif

Lør
22
Okt

Hemari á Barinum

So hevur tann fyrsti hemarin víst seg í kappingini.

Tað vóru Magni og Flemming sum vóru ein túr á Barinum vestan fyri vágoynna. Hemarin tók helvtina av einum makreli og segði farvæl.

So nú er bara at melda til kappingina ;-)

Menn hava teir seinastu dagar roynt á Kirkjubønesi og við borðina, men har hevur eingin hemari víst seg enn.

Super at vita at teir eru í grannalagnum.

Man
26
Sep

Shark Atlantic 2011

4e8051945df5226092011.jpg

Vinnarin í 2010 Flemming Gullaksen við hemara upp á 207 kilo.

 

So er klárt at melda til kappingina 2011.

Sí meira undir Shark Atlantic 2011 (niðast á síðini)

Man
27
Jun

Vinnarin av fiskikapping umborð á Westward ho

Hesin fiskurin gjørdist tann størsti umborð á Westwardho.

Hann vigaði uml. 70 pund og bleiv fiskaður av Heina Weihe.

Hann tók ein ljósareyðan 200 gr. pilk sum var eygndur

við einum makrel flaki.

Hann tók kl.09 leygarmorgunin í Mykinesfjørði (28.05.2010)

 

4e08632d2085a27062011.jpg

Fre
13
Maj

Eitt pláss Umborð á Weswarhoo TN 154

Eitt pláss er blivið tøkt til túrin á Føroya banka tann 27 Mai.

Hygg inn á "fiskitúrurin 2011" fyri meira info

Fre
13
Maj

Sildafiskur í Íðuni í Nólsoy

Vóru ein túr í iðuni í dag Terji og Jóannes. Tað gekk einki serligt, men 100 metrar sunnanfyri okkum eydnaðist pápa mínum og Jens Andriasi at fáa eina ordiliga bamsu. Toskurin vigaði 11 kg kruvdur....so hann hevur altso vigað í hvussu so er 11,5 - 12,0 kg. fiskurin var krøktur í búkin, so teir hildu at fanin sjálvur hevði tikið. Góð inspiratión til bankan.

Ons
2
Mar

Shark Atlantic 2010-2011 enda.

4d6e3c922a18f02032011.jpg

So er kappingin enda.

Einans 2 hemarar vóru fiskaðir í kappingini

Vinnarin gjørdist Flemming Gullaksen við einum bassa upp á 207 kg.

Nummar 2 gjørdist Heini Weihe við einum hemara upp á 151 kg.

Veitslan verur 26 Mars Kl. 19.00 á Sjósavninum. Har vera steyp og vinningar handaðir. Borðreitt verur við fiskasúpan.

Øll eru vælkomin.

Ons
23
Feb

Kalvatúrur við Blástein 30 Apríl

Magni skipar fyri einum kalvatúri úr Vestmanna tann 30 Apríl.

Fari verur úr Vestmanna kl.10.00

Ætlanin er at royna Barið og Mykinesfjørð.

Pláss er fyri 8 pers.

Prísurin er kr. 500,- íroknað døgverða, kaffi, te og kakir.

Tilmelding til Magna á tlf. 581582

Fre
18
Feb

Kokkur til fiskitúrin 27. Mai

Vit eru so hepnir at hava fingið kokk við til túrin á Føroya Banka.

Tað er Jógvan Biskopstø sum eisini hevur drúgvar royndir sum frítíðarfiskari.

Hann hevur serligani lagt seg eftir at fiska kalva, so kanska hann kann læra okkum okkurt smiley.gif

Ons
16
Feb

Leygardagin 12.02.2011

Hemari sæddur sunnan fyri borðinasmiley.gif

Man
7
Feb

Fiskitúrurin 2011

So er klárt at melda til fiskitúrin 2011

Trýst á Fiskitúrurin 2011 fyri meira info.

Man
31
Jan

Leygardagin 29.01.2011

Jóannes, Terji og Heini vóru ein túr eystanfyri Nólsoynna eftir toski.

Fingu eini 110 fiskar beint norðan fyri Kabilin.

Dyrgdu eftir hemara eina løtu - men einki.

 
Panel title

© 2012 fiska

Antal besøg: 421988

Editing

-0,55754399299622sekunder